Sunday, April 11, 2010

At mala undan


Tá tað snýr seg um list kunnu vit á ein hátt siga, at tað veruliga grør um gangandi fót í Føroyum. Ein herligan sunnudag sum í dag ætli eg mær til dømis til tríggjar listaframsýningar, sum allar eru her í Havn: SVART OG REYTT í Steinprenti, Várframsýningin í Listaskálanum og so framsýningin hjá Annikku og Kari og teimum í Smiðjuni.


At eg neyvan fari at ummæla nakra av hesum framsýningum kemst ikki av vantandi áhuga at ummæla, ei heldur er orsøkin tann, at føroysku miðlarnir hava ovmikið av listaummælum. Orsøkin er heldur ein vantandi raðfesting av listini í fjølmiðlunum, sum stendur í skerandi andsøgn til listarligu menningina sum heild og listaáhugan millum fólk, men sum sera væl avspeglar vantandi virðingina, sum almennu Føroyar sýna fyri dygdarlist og sum varð demonstrerað nú aftur, tá Astri Luihn fekk størstu almennu prýðingaruppgávuna í nýggjari tíð. Í ringum tíðum er enn meira umráðandi at satsa kvalitativt, at brúka tey fáu listaoyruni uppá ta góðu listina. Tess størri er sorgarleikurin (ikki minst fyri børnini) á Argjum. Eg skal lata vera við at illgita um orsøkir til, at verkætlan Luihns var vald fram um nógvar aðrar góðar verkætlanir, men kanska hevði støðan verið ein onnur, um onkur listkønur persónur sat í listabólki býráðsins. (Sigast skal, at eg ikki havi sæð verkætlan Luihns og tað bíði eg eftir í spenningi. Um hon hevur nakað listarligt uppá seg og eg hervið fari skeiv, er okkurt yvirnáttúrligt hent, sum má koma undir kategoriina listaundur).


Í ringum tíðum mugu vit øll standa saman og eg havi eitt tílíkt tíðarskeið einki í móti at fáa minni samsýning fyri eitt ummæli, um øll hini gera tað sama. Eg havi bara eina keðiliga kenslu av, at tað serliga er list og mentan, sum verður niðurraðfest, meðan ráðini tykjast betri, tá tað snýr seg um ítróttarsendingar-og lívsstíls-sussi-innlegg. Eg havi sum heild ein greiðan varhuga av, at vit eru nógv klókari enn fjølmiðlayvirskriftir gera okkum til. Spurningurin er um ikki tíðin er komin at skifta lægsta felagsnevnara út við hægsta?



No comments:

Post a Comment