Saturday, June 19, 2010

Útsýni til summarfrí



Vikuskiftisbløðini vóru óvanliga spennandi hesa ferð. Umframt teir nógvu topp-10 ella topp-7 listarnir yvir fullkomiliga óviðkomandi fyribrigdi (ávikavíst bardagar og ferðafólkaskip) og ditto lívsstílstips, fyri ikki at tala um vox popp teigar í hópatali har meir og minni kend fólk siga frá teirra yndis-ditt-og-datt og har sjálvur formurin útihýsir einum og hvørjum seriøsum tanka um dýpd, eru eisini persónssøgurnar um sjúk fólk og frísk fólk og hvussu røsk tey í grundini eru. Hetta er, ikki tykkum at siga, sera áhugavert í sær sjálvum, men aftrat hesum eru eisini tær góðu og áhugaverdu hurrá-fyri-Hanusi greinarnar, ið hava ein tóna sum um tað er ein hundrað ára føðingardagur, vit feira, men hetta er neyvan illa ætlað, t.d. forsíðuyvirskriftin: “Hanus seksti og enn í gongd”. Vildi hildið tað var løgið annað.

Heimsins næstmarháttligasta avísgreinarøð eitur “Kirkjugarður” og hesa ferð havi eg lisið greinapartin á tamb og klipt hann út, av tí at hann snýr seg um ein tippilitopp - ella har á leið - oldurabba hjá soninum og hugsið tykkum um ikki allir hesir vælgreiddu, elasmáu svarthvítu slipsamenninir í greinini eru meinlíkir mínum lítla drongi við hansara fínu, høgu pannu.

Ein av vox popp teigunum snýr seg um bøkur og har er tað tann altíð skilagóða Anna Ellingsgaard, ið tá hon skal geva sítt boð uppá eina góða summarbók sigur seg hava ilt við at skilja, at ein summarferiubók skal vera lættari enn aðrar. Ein summarferiubók skal sjálvandi vera dygdargóð metir Anna og viðmælir eitt nú Don Quixote hjá Miguel de Cervantes, Utrensning hjá Sofi Oksanen og Útsýni hjá Tóroddi Poulsen, sum Anna skýrir sum nakað av tí besta á føroyskum í nýggjari tíð. Á beinkinum við septiktangan, mitt í mínum vakra ókrútshava, havi eg í morgun tikið forskot uppá summarfrítíðina við at endurlesa síðstnevndu bók, sum bara verður betri við tíðini. Eg skrivaði eitt ummæli av yrkingasavninum, sum stóð í Sosialinum 6. november í fjør:

Við tí óvæntað banala ella sjálvsagda heitinum "Útsýni" verða vit enn einaferð boðin inn í tað serstaka poetiska universið hjá Tóroddi Poulsen, sum hesaferð tykist at kalla reinsað fyri tað berømta speisemi, ið vit av røttum og eitt sindur av órøttum sambinda við høvundin. Kanska er tað lættari at flenna enn at lata vera og kanska er tað av hesi orsøk, at vit hava lyndi til at finna fram tær stuttligu orðingarnar í tekstum Tórodds og síðani meira ella minni ignorera rest. Tær spísku, speirekandi viðmerkingarnar eru jú greidliga gløggar og kennast tryggari at fyrihalda seg til enn tær álvarsligu eitt sindur neutralu staðfestingarnar, sum ikki altíð líkjast yrkingum og sum tykjast merkiliga a sakleysar á sama hátt sum heitið á nýggja yrkingarsavninum. Við vanda fyri plagiering í mun til eina nokkso kenda negatión hjá einum øðrum av okkara frálíku høvundum, kundu vit nevnt hesar yrkingarnar hjá Tóroddi ósjálvhátíðarlig, ókeðiligar, óuppblástar og stak ófornar, tó at fleiri træðrir í nýggja savninum ganga aftur í tíðina, bæði til barndóm yrkjara-egsins og longur aftur til slupptíðina, sum vakra steinprentið við grønu sluppunum á bókapermuni eisini sipar til.

Nýggja yrkingasavnið fevnir um áttati frálíkar yrkingar hjá tí produktiva Tóroddi Poulsen, ið nettupp ikki kann samanberast við eina vulkan, sum bæði eru fornar og sum arbeiða sjálvdan. Tóroddur situr ikki og bíðar eftir íblástrinum, men arbeiðir sum eitt modernað listafólk stútt og støðugt hvønn tann einasta dag við at skriva, syngja, tekna ella hvat nú hansara fjølbroyttu gávur gera hann føran fyri. Byrjanaryrkingin er sum eitt slag av credo, ið staðfestir uttanveltaðu støðu yrkjarans í mun til samfelagið, staddur sum hann er omanfyri. Tónin er einsligur og afturlítandi, men treystur, tí yrkjara-egið er sum heild nøgt við útsýnið, ið byrjar á kvistinum og endar á fjørðinum í síðstu yrkingini ”MEN EG HAVI ALTÍÐ DROYMT”. Í hugaheimi Tórodd Poulsens er dreymurin týdningarmikil bæði sum surrealistisk kreativ fyrimynd og sum poetiskur metaforur. Umframt dreymin eru eisini onnur orð, ið ganga aftur í hesum yrkingum: bátur, slupp, skip, fjørður, fjøll, áir, blomstur, barndómur, kráka, klettar, beinagrind, skrokkur, deyði, yrking, orð, litir, mynd, bók, bókstavir, grøv, runa, trø, mold, morgunmold, moldarsmakkur, tankamold, sovna, nætur, ævigt, mjørki, rot, lík, máni, kirkjugarður, nætur, spøkilsi og eingil. Tað er sjálvandi yvirhøvur ikki ráðiligt at lesa yrkingar á henda hátt við uppreksandi sentimeturmáli og yrkjarin mutar eisini støðugt ímóti at vera settur í bás. ”..feskvatnsyrkingar/sum trívast sum saltvatnsyrkingar/tá tær ikki vilja setast í bás..” (s.18 í ”Útsýni”), men allíkavæl kunnu hesi orð nýtast í eini lýsingarroynd av yrkingaheimi Tórodd Poulsens, ið er eins og eitt foreinklað frumlandslag við føroyskari umhvarvsstriku, sum yrkjarin støðugt vendir aftur til.

Av kvistinum og oman á fjørðin og havið hóma vit sostatt Føroyar, Havnina og í smáum brotum eisini skógarøkið við Raadvad, har yrkjarin býr í løtuni, men bókin er meira universal enn lokal. Hóast ævisøguligu tilsipingarnar til eitt nú reyða/gráa hár yrkjarans, skulu vit vera varin við at seta líkheitstekin millum høvund og yrkjara-eg, tí multikunstnarin Tóroddur Poulsen er verri enn nøkur grýla at fjala ella á annan hátt at pallseta seg. Hetta sóu vit t.d. í filminum um hann "Ein regla um dagin má vera nokk". Yvirhøvur er tað heilt burturvið at lesa tílíkar modernistiskar yrkingar við skilvísari eitt- til- eitt fatan fyri eyga, tí tað ber ikki til og er heldur ikki meiningin. Yrkingarnar kunnu tykjast torskildar, fleirtýðugar, frítt assosierandi og abstraktar sum tær eru, t.d. "tað bukaða fleskið/ fær garðin at detta niður/ og krákurnar at flúgva/ meðan beinini verða hongd upp..." (FRÆ s.8). Myndamálið er sum heild ógvuliga sterkt visuelt sæð, tá tað myndar spildurnýggjar samansetingar. Málið í yrkingunum tykist tíðum sera foreinklað, nærum primitivt, meðan tað í øðrum yrkingum er meira samansett og torgreitt. Heldur enn at vera fráboðandi, er málið í yrkingunum suggestivt og krevur av lesaranum, at hann er við uppá at lata seg hugtøla. Onkrastaðni fremur yrkjarin eina serliga forskjóting av perspektivinum, ið tekur lesaran á bóli, t.d. í fantastisku yrkingini SUNNUDAGUR við tí løgna og originalt snaraða Gulliver-temanum. Støðugt leitar yrkjarin eftir einfeldini í orðunum og hansara tilgongd til málið hevur sama fríska og leitandi dám, sum eg í løtuni upplivi hjá soninum, ið skjótt verður trý og sum á ferð síni at konstruera sær málið er komin fram til, at honum dámar best bundnu hvørkikynsorðini bommið og baðið. Tað ljóðar løgið, tá hann biðjur um "bommið" sum um tað er eitt heilt ávíst bomm í pakkanum, sum hann meinar við. Tað er væl møguligt, at hetta er fullkomililiga tilvildarligt, men hvør veit, kanska hugsar hann um ta ávísu heilt serligu kensluna, ið stendst av hesi lítlu veitsluni, sum er hvørja ferð bommið verður lagt á tunguna. Onkursvegna er tað henda sama óspilta málkenslan, sum tað hevur eydnast Tóroddi Poulsen at varðveita.

Eg kundi allerhelst funnið onnur orð enn tey omanfyri nevndu 38, tí eg eri als ikki av hepnastu systematikarum, men sambært Baudelaire er tað millum annað soleiðis, vit læra at gjøgnumskoða eina yrkjarasál; við at leita eftir teimum orðunum, ið koma oftast fyri í verki yrkjarans. Tað hevur sjálvandi eisini stóran týdning hvussu orðini eru samansett og hvussu yrkingarnar eru uppbygdar. Hóast nógv av orðatilfarinum sipar til deyða og deyðaprosessir, er innihaldið í ”Útsýni” hvørki tungt ella dapurt. Tvørturímóti tykjast orðingarnar leikandi lættar t.d. í yrkingini SUPER 8, sum er eitt framúrskarandi dømi um hvussu væl Tóroddur dugir at abstrahera ella einfalda, tá hann sum her drýpur eitt barnaminni í reinsandi sýrubað, soleiðis at bert sjálvur kjarnin ella essensurin er eftir: ”altíð/ er/ barndómurin /frammanfyri/ sum ein/ hundur/ togar/ sletuna eftir/ ísinum /inn í /sólina”. Á einfaldasta hátt gerst malandi rørslan hjá filmsapparatinum ímynd av sjálvari lívsgongdini. Deyðin fyllir nógv í hesum savninum, men nú sum partur av eini ringrás, har tey sum vóru frammanundan og tey komandi hava týdning. Tónin er tó nakað væl meira ófrættakendur enn hjá Ingemann, tá ætt eftir ætt søkkur undir mold eftir eini guddómligari skipan, tí her situr slektin inni allan dagin: "og tigur fyri tað mesta/ men móti midnátt fer hon at ýla" (ÁÐRENN ÝLINI S.57). Undir øllum umstøðum kundi tað sæð út sum um, at deyðin inniber ávís perspektiv; eitt ævigt mánalýsi í tí stóru náttini. Kanska er yrkjarin samdur við Bob Dylan um, at deyðin ikki er endin á øllum. Í øllum førum tykjast sansirnir púra spillivandi undir kistulokinum: ”her er so myrkt/ og trongt// hoyri bara/ blomstrini/ í erva/ rotna” (TAÐ SUM HEYSTDREYMURIN HOYRIR s.20). Funnist hevur verið at tí, onkur hevur nevnt ”floymurin” av yrkingum, bókum, myndum, fløgum osfr., ið streymar frá Tóroddi Poulsen -Hví ikki velja tað besta burturúr og geva minni út osfr. Men sjálvt lyndislagið í lívsverki Tórodd Poulsens er villvaksandi og samanhangandi og tá kvaliteturin er so góður sum hann er, kunnu vit bert fegnast um kvantiteturin er tilsvarandi.


SUNNUDAGUR

taki kirkjuna upp úr lummanum
leggi hana at eyganum
har er hálvfult av fólki
prestur er liðugur at biðja
og nú er sálmasongur at hoyra
og eg syngi við
og nú hyggur alt kirkjufólkið móti tí vindeyganum
sum eg hyggi ígjøgnum
og so kemur deknurin út
og hann spyr meg
um eg ikki komi við inn á syngja
tí eg havi so góða rødd
men so sigi eg at eg passi ikki inn
og hann svarar
at tað skal eg ikki leggja so nógv í
so leingi eg bara kann fáa røddina inn
og so fer røddin hjá mær í kirkju
og eg standi tigandi eftir við kirkjuni í hondini

(s.76 í Útsýni)


VAR SO LÍTIL

var so lítil
at eg kundi krógva meg
í mínum egna lógva

náttin mátti fegin koma
við sínum morgunhóttanum
og revsa meg við ljósinum

men hon fann meg ikki
fyrr enn eg var vorðin vaksin
og kundi sjálvur sláa aftur

(s.51 í Útsýni)

Thursday, June 17, 2010

HÚSSJ! MENTAN.... ZZZ...







Sjálvandi er tað herligt og gott, at alsamt fleiri av mínum lista- og mentanaráhugaðu vinfólkum og starvsfelagum siga seg í vaksandi mun brúka útlendskar fjølmiðlar. Í donskum útvarpi og amerikonskum bløðum fært tú fullgóða viðgerð av áhugaverdum bókmentum, listaframsýningum, tónleiki, filmum og sjónleikum v.m. Tú fært innlit og yvirlit og eitt sindur av útlendskari luft undir veingirnar og alt hetta fært tú serverað gjøgnum internetið júst tá tað passar tær. Alletiders og ómakaleyst kanst tú sita í tí góða stólinum og hálvdurva, meðan tey á P1 kjakast um aktuel mál í danska samfelagnum og skuldi talan fallið á okkurt óbekvemt so sum føroyska stýrisskipanarmálið, kanst tú kvikliga við fjarstýringini manerera teg yvir á BBC har tey pínadoyð ikki eru líka býtt sum tey eru her á landi.

Lat meg bara sjálva beinanvegin bekenna meg sum ídnan dyrkara av útlendskum miðlum. Tískil lurti eg eftir kulturpassasjuni á P2 í DR hvønn leygarmorgun og lesi m.a. New York Times, Art in America, Kopenhagen og Informatión dagliga, eins og eg gleðiliga keypi ta dýru Weekendavísina, tá hon ikki er útseld í Horninum. Og soleiðis hevur tað koyrt rímiliga væl eina tíð. Tá væl arbeidda uppskotið um Listaráðið herfyri varð vrakað í løgtinginum, skundaði eg mær at skifta frá tingvarpi yvir á P1, har eg hoyrdi áhugavert og klókt kjak um okkurt, sum eg ikki minnist beint nú. Eg havi fyrireikað fleiri framsýningar seinastu mánaðarnar og eri sloppin undan øllum hugsandi vónbrotum av tí einføldu orsøk, at ikki havi væntað mær nakað sum helst ummæli. Í staðin havi eg lurtað eftir ummælum av øðrum framsýningum í Malmø, Berlin og Keypmannahavn og so spakuliga eri eg farin at venja meg við tankan, at føroysk samtíðarlist ikki skal viðgerast eins og listin í øðrum londum. Og tað er í grundini óluksáliga gott og uppá tíðina, at eg geri mær hetta greitt, tí nú er longu eitt sindur síðani, at føroysku mentanarsendingarnar fóru í summardvala eins og tær plaga tíðliga í juni. Tá tær kanska aftur verða varpaðar út fjúrtanda hvønn dag einaferð seint í oktobur, havi eg vónandi fullkomiliga gloymt fyribrigdið føroyskar mentanarsendingar og sleppi tískil heilt og aldeilis undan vónbrotum. Tá kann eg í friði og náðum durva saman við professionellu útvarpsfólkunum á P2 og teirra gjølligu viðgerð av eini nýggjari opera, sum eg ikki kenni og sum eg neyvan sleppi at uppliva í bræði, eftirsum summarfrítíðin verður hildin her í Havn.

Soleiðis hevur tað heila altso koyrt eftir skinnum eina tíð, inntil eg í gjárkvøldi av tilvild datt um eina grein í Dimmu við heitinum “Tann góða bygdamentanin” um nýggju fløguna “Loksins” hjá Magnusi á Stongum. Greinina hevur Uni Leitistein Hansen skrivað og greinin er júst soleiðis sum ein góð grein skal vera og hon er meira enn tað, tí hon er føroysk og óbekvem, tá hon sipar til mítt egna støði og samfelag, noyðir meg til at hugsa og at taka støðu til m.a. hugtakið bygdamentan og hvat verri er: hon fær ein goymdan og gloymdan longsul eftir dygdargóðari føroyskari lista- og mentanarviðgerð at ressast við.

Á onkrum gajolpakka havi eg lisið tey vísdómsorð, at tú mást vera góð við teg sjálva fyri at kunna elska nakran annan. Gajolpakkasetningurin er danskur, sjálvandi og sipar til eitt øki, har vit føroyingar møguliga hava ein eysýndan veikleika. Tað tykist í øllum førum sum um vit als ikki eru nóg góð við okkum sjálvi, við okkara mentan, list, mál osfr. til at duga at síggja, at vit eru á hættisligari leið í okkara hugnaligu og flegmatisku dyrkan av útlendskum miðlum. Meðan børnini hyggja at útlendskum teknifilmum, lesa vit føroysku bløðini sum lokalavísir, har vit kunnu studera hvør er deyður og hvør skal giftast, hvør selur eitt næstan spildurnýtt borð við seks stólum og ein brúðarkjóla, ið bert er brúktur eina ferð osfr. og støðið bara læðkar. Sagt verður, at mentanin í einum samfelagi í stóran mun verður definerað av fjølmiðlunum í hesum samfelagnum og sum kunnugt hevði prentpressan og avísmiðilin í síni tíð alstóran týdning fyri upplýsing og fólkaræði, eins og internetið hevur ein so veldugan týdning, sum vit neyvan ikki hava givið okkum far um enn. Talan hevur verið um avísdeyða, men nú verður staðfest, at kreppan á hesum økinum hevur rakað harðast í Amerika. Í Danmark gongst merkiliga væl hjá teimum sonevndu seriøsu bløðunum, Informatión og Weekendavísini, har tey skrivandi fyri kortum hava fingið hægri løn, alt við stórum denti á mentan og list.

Um tað er rætt, at mentanin verður definerað av fjølmiðlunum, verður alt ov lítil orka brúkt uppá føroyska samtíðarlist og samtíðarmentan í føroyskum miðlum. Kanska hevði tað eisini hjá okkum loyst seg í størri mun at miða í móti høgari góðsku og seriøsari, progressivari og hvassari viðgerð av list og mentan. Eg eri fullgreið yvir, at mentan og list skal eitast at vera eitt evni, sum bert tíggju fólk í Havn sýna áhuga, men hetta er ein fordómur, ið hevur eins lítið uppá seg sum fordómar flestir. Eitt er heilt vist: tað er ikki mangul uppá góð heimildarfólk og høvundar, ið forðar føroyskum fjølmiðlum at satsa uppá mentan og list. Eg nevni nøkur hissini, ið duga væl at viðgera hesi evni: Anna Ellingsgaard, Høgni Djurhuus, Inger Smærup Sørensen, Birgir Kruse, Dorit Hansen, Carl Johan Jensen, Jóanes Nielsen, Tóroddur Poulsen, Bergur D. Hansen, Uni L. Hansen, Turið Sigurðardóttir, Guðrun Gaard, Oddfríður Rasmussen, Gunnar Nolsøe, Suni Merkistein, Ann Ellefsen (nøkur nevnd og nógv fleiri gloymd).