Thursday, June 17, 2010

HÚSSJ! MENTAN.... ZZZ...







Sjálvandi er tað herligt og gott, at alsamt fleiri av mínum lista- og mentanaráhugaðu vinfólkum og starvsfelagum siga seg í vaksandi mun brúka útlendskar fjølmiðlar. Í donskum útvarpi og amerikonskum bløðum fært tú fullgóða viðgerð av áhugaverdum bókmentum, listaframsýningum, tónleiki, filmum og sjónleikum v.m. Tú fært innlit og yvirlit og eitt sindur av útlendskari luft undir veingirnar og alt hetta fært tú serverað gjøgnum internetið júst tá tað passar tær. Alletiders og ómakaleyst kanst tú sita í tí góða stólinum og hálvdurva, meðan tey á P1 kjakast um aktuel mál í danska samfelagnum og skuldi talan fallið á okkurt óbekvemt so sum føroyska stýrisskipanarmálið, kanst tú kvikliga við fjarstýringini manerera teg yvir á BBC har tey pínadoyð ikki eru líka býtt sum tey eru her á landi.

Lat meg bara sjálva beinanvegin bekenna meg sum ídnan dyrkara av útlendskum miðlum. Tískil lurti eg eftir kulturpassasjuni á P2 í DR hvønn leygarmorgun og lesi m.a. New York Times, Art in America, Kopenhagen og Informatión dagliga, eins og eg gleðiliga keypi ta dýru Weekendavísina, tá hon ikki er útseld í Horninum. Og soleiðis hevur tað koyrt rímiliga væl eina tíð. Tá væl arbeidda uppskotið um Listaráðið herfyri varð vrakað í løgtinginum, skundaði eg mær at skifta frá tingvarpi yvir á P1, har eg hoyrdi áhugavert og klókt kjak um okkurt, sum eg ikki minnist beint nú. Eg havi fyrireikað fleiri framsýningar seinastu mánaðarnar og eri sloppin undan øllum hugsandi vónbrotum av tí einføldu orsøk, at ikki havi væntað mær nakað sum helst ummæli. Í staðin havi eg lurtað eftir ummælum av øðrum framsýningum í Malmø, Berlin og Keypmannahavn og so spakuliga eri eg farin at venja meg við tankan, at føroysk samtíðarlist ikki skal viðgerast eins og listin í øðrum londum. Og tað er í grundini óluksáliga gott og uppá tíðina, at eg geri mær hetta greitt, tí nú er longu eitt sindur síðani, at føroysku mentanarsendingarnar fóru í summardvala eins og tær plaga tíðliga í juni. Tá tær kanska aftur verða varpaðar út fjúrtanda hvønn dag einaferð seint í oktobur, havi eg vónandi fullkomiliga gloymt fyribrigdið føroyskar mentanarsendingar og sleppi tískil heilt og aldeilis undan vónbrotum. Tá kann eg í friði og náðum durva saman við professionellu útvarpsfólkunum á P2 og teirra gjølligu viðgerð av eini nýggjari opera, sum eg ikki kenni og sum eg neyvan sleppi at uppliva í bræði, eftirsum summarfrítíðin verður hildin her í Havn.

Soleiðis hevur tað heila altso koyrt eftir skinnum eina tíð, inntil eg í gjárkvøldi av tilvild datt um eina grein í Dimmu við heitinum “Tann góða bygdamentanin” um nýggju fløguna “Loksins” hjá Magnusi á Stongum. Greinina hevur Uni Leitistein Hansen skrivað og greinin er júst soleiðis sum ein góð grein skal vera og hon er meira enn tað, tí hon er føroysk og óbekvem, tá hon sipar til mítt egna støði og samfelag, noyðir meg til at hugsa og at taka støðu til m.a. hugtakið bygdamentan og hvat verri er: hon fær ein goymdan og gloymdan longsul eftir dygdargóðari føroyskari lista- og mentanarviðgerð at ressast við.

Á onkrum gajolpakka havi eg lisið tey vísdómsorð, at tú mást vera góð við teg sjálva fyri at kunna elska nakran annan. Gajolpakkasetningurin er danskur, sjálvandi og sipar til eitt øki, har vit føroyingar møguliga hava ein eysýndan veikleika. Tað tykist í øllum førum sum um vit als ikki eru nóg góð við okkum sjálvi, við okkara mentan, list, mál osfr. til at duga at síggja, at vit eru á hættisligari leið í okkara hugnaligu og flegmatisku dyrkan av útlendskum miðlum. Meðan børnini hyggja at útlendskum teknifilmum, lesa vit føroysku bløðini sum lokalavísir, har vit kunnu studera hvør er deyður og hvør skal giftast, hvør selur eitt næstan spildurnýtt borð við seks stólum og ein brúðarkjóla, ið bert er brúktur eina ferð osfr. og støðið bara læðkar. Sagt verður, at mentanin í einum samfelagi í stóran mun verður definerað av fjølmiðlunum í hesum samfelagnum og sum kunnugt hevði prentpressan og avísmiðilin í síni tíð alstóran týdning fyri upplýsing og fólkaræði, eins og internetið hevur ein so veldugan týdning, sum vit neyvan ikki hava givið okkum far um enn. Talan hevur verið um avísdeyða, men nú verður staðfest, at kreppan á hesum økinum hevur rakað harðast í Amerika. Í Danmark gongst merkiliga væl hjá teimum sonevndu seriøsu bløðunum, Informatión og Weekendavísini, har tey skrivandi fyri kortum hava fingið hægri løn, alt við stórum denti á mentan og list.

Um tað er rætt, at mentanin verður definerað av fjølmiðlunum, verður alt ov lítil orka brúkt uppá føroyska samtíðarlist og samtíðarmentan í føroyskum miðlum. Kanska hevði tað eisini hjá okkum loyst seg í størri mun at miða í móti høgari góðsku og seriøsari, progressivari og hvassari viðgerð av list og mentan. Eg eri fullgreið yvir, at mentan og list skal eitast at vera eitt evni, sum bert tíggju fólk í Havn sýna áhuga, men hetta er ein fordómur, ið hevur eins lítið uppá seg sum fordómar flestir. Eitt er heilt vist: tað er ikki mangul uppá góð heimildarfólk og høvundar, ið forðar føroyskum fjølmiðlum at satsa uppá mentan og list. Eg nevni nøkur hissini, ið duga væl at viðgera hesi evni: Anna Ellingsgaard, Høgni Djurhuus, Inger Smærup Sørensen, Birgir Kruse, Dorit Hansen, Carl Johan Jensen, Jóanes Nielsen, Tóroddur Poulsen, Bergur D. Hansen, Uni L. Hansen, Turið Sigurðardóttir, Guðrun Gaard, Oddfríður Rasmussen, Gunnar Nolsøe, Suni Merkistein, Ann Ellefsen (nøkur nevnd og nógv fleiri gloymd).

No comments:

Post a Comment