Monday, April 26, 2010

Røða á hugnaløtu hjá Tjóðveldi flaggdagin





Klandur, kegl og kjak. Tað kann tykjast rættiliga negativt, tann mátin ósemja og stríð hava merkt føroyska listaheimin seinastu seks árini. Summi siga, at tað fer at ganga yvir, onnur halda, at tað altíð hevur verið og altíð fer at vera soleiðis og so eru tað nokkso nógv, sum halda, at vit bara skulu taka tað heilt róligt og bíða til nýggjur leiðari er komin á Listasavnið, tí so gongur ósemjan yvir av sær sjálvum. Vit bíða og meðan vit á so mangan hátt eru í bíðistøðu kenst umráðandi at minna á, at upprunin til ósemjuna í føroyska listaheiminum er positivur – í øllum førum um vit fata eina yrkisgerð av føroyska listaøkinum sum nakað positivt og tað geri eg. Eg haldi tað vera einki minni enn fantastiska gott og eitt tekin um progressivt áræði, tá listafólk sum Zacharias Heinesen, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Rannva Kunoy, Tóroddur Poulsen m.o. – gomul sum ung - krevja eina listfakliga leiðslu á okkara listasavnið. Og eg eri púra ósamd við mentamálaráðharranum Helenu Dam á Neystabø, sum í síni føðingardagsrøðu til Listasavnið herfyri, gjørdi seg til talsmann fyri eini næstan rindalistiskari og í øllum førum serstakliga flegmatiskari støðu listini viðvíkjandi. Hon brúkti eina fimm ára gamla grein hjá fólkalívsfrøðingi Eyðuni Andreasen sum grundgeving fyri eini støðutakan, sum í stuttum gongur út uppá, at vit í staðin fyri at tosa so nógv um góðsku og fella dóm yvir hvørjum einstøkum listaverki, um tað er nóg gott ella ikki fyri at fáa loyvi at rópa seg sjálvt listaverk, heldur skulu hugsa um hvussu vit kunnu stimbra føroyska listaumhvørvið sum heild.

Tað er sjálvandi eisini nokkso nógv lættari at tosa um heildina, at lata standa til og fordeila heiður og æru og stuðulspening nøkulunda líka millum øll tey mongu hugagóðu, sum eyðsýniliga ikki kunnu vera listina fyri uttan. Á henda hátt sleppur tú undan at skula taka dagar í millum hvat er gott og hvat er minni gott. Spurningurin er bara um okkara lítla land hevur ráð til tílíkt ábyrgdarloysi, sum hevur við sær ein negativan spiral av vánaligari list, sum sendir vánalig signal, sum vit í løtuni uppliva Listasavnið gera tað. Eisini innan myndlistina tørvar okkum positivar fyrimyndir, tí tað er greitt, at breiddin, amatørlistin, hugagóð børn, ung og vaksin og so listaúrmælingarnir eru tvær síður av somu søk. Úr áhuganum sprettir yrkislistin og í framúrskarandi yrkislistaframsýningum kunnu vit øll somul spegla okkum.

Eitt gott dømi um, at tað loysir seg at taka ábyrgd og veruliga dyrka ta góðu professionellu listina er listakvinnan Rannva Kunoy. Hon hevur gjørt hesa myndina í Steinprenti, ið er partur av eini myndarøð við heitinum Frontal, sum hon í takksemi lat Studentaskúlanum í Hoydølum í fjør. Rannva Kunoy fekk í 2004 trý ára starvslønina frá Mentanargrunni Landsins, ið hevur havt ómetaliga stóran týdning og sum m.a. gjørdi, at listakvinnan fekk frið í heili trý ár at menna seg listarliga uttan at skula hugsa um at framleiða og selja list til lívsins uppihald. 4.juni í ár verða nýggjastu myndir hennara at síggja á Summarframsýningini í Norðurlandahúsinum, sum í ár er ein serframsýning við Rannva Kunoy. Eg havi skipað fyri framsýningini og ritstjórnað kataloginum, sum fleiri áhugaverdir høvundar hava skrivað til (Gunnar Hoydal, Tom Morton og Pernilla Holmes). Eg havi eisini sjálv skrivað ein tekst í kataloginum og ætlaði sum eina lítla smakkiroynd at lesa okkurt upp úr honum:

"Bæði í málningum og í steinprentum hevur Rannva Kunoy eksperimenterað við sera ymiskum stílsløgum, men seinastu tvey árini hevur hon við aga arbeitt við at menna ein sermerktan, minimalan stíl í myndum, sum á onkran hátt minna um myndirnar á gjøgnumbrotsframsýningini í Listasavninum í 1999 samstundis sum hesar nýggju myndirnar peika frameftir bæði í hennara verki og í føroyskari listasøgu. Nýggjaru málningarnir hjá Rannva Kunoy eru bygdir upp av nógvum elatunnum løgum av máling, sum tilsamans mynda gjøgnumskygdar formar, ið eins og óítøkiligur roykur ella skýggj seta ferð á hugmyndir áskoðarans, tó at myndirnar eru grundleggjandi nonfigurativar. Listakvinnan brúkar í sínum myndum verk hjá øðrum listafólkum, sum verða kopierað, avskeplað og síðani yvirmálað og á henda hátt eru listasøgulig spor ella sitat løgd í myndirnar, sum arbeiða við og ímóti ímyndingum áskoðarans og sum gera upplivingina av myndunum djúpari og fjølbroyttari.

Rannva ger ofta myndarøðir, ið tykjast hóska til hennara listarliga hugsunarhátt við denti á prosessir, ið ikki bert gongur út uppá at skapa ella at mála eina mynd, men sum eisini snýr seg um sjálva mannagongdina; at fjala og taka burtur, yvirlappa, turka og finna fram aftur. Latínska heitið á røðini FRONTAL merkir frammanífrá og gevur fleiri og mótsetningsríkar assosiatiónir til klassiska grikska standmyndalist og til samanstoyt av tí ordiliga harðliga slagnum, sum t.d. at fáa ein frammaná. Tá røðin FRONTAL var liðug í 2009, var hon úrslit av óvanliga nógvum arbeiðstímum á verkstaðnum í eini arbeiðsgongd, sum setti stór krøv bæði til ta kritisku listakvinnuna og til prentararnar, Jan Anderson og Fríðu Matras Brekku, ið vara av Steinprenti í Havn. Í fyrstu syftu taldi røðin fimm stór prent, men við einum appendixi uppá tvær myndir, telur hon í dag sjey stórar, vertikalar myndir og er at meta sum eitt høvuðverk í samlaða verkinum hjá Rannvá Kunoy. Myndirnar eru abstraktar og á sama hátt sum í øðrum myndum hjá Kunoy, er allíkavæl okkurt, sum tú onkursvegna kennist við.


Tann svarta og tann reyða endamyndin tykjast báðar meira ekspressivar enn hinar og hava eitt meira beinleiðis árin á áskoðaran, ið beinanvegin gerst varugur við ein løgnan dám av autentisiteti, ið merkir myndirnar. Hesin autentisitetur er fleirstreingjaður, m.a. sýnist ójavna myndaviðgerðin onkursvegna meira manuel enn maskinuframleidd. Sum heild er torført at meta um tann tøkniliga upprunan, tá hvørki penslastrok ella litografiskt tøkni annars hómast á skjóruta myndaflatanum, ið eisini tykist fánaður eins og eitt gamalt skjal, ið hevur verið samanlagt, rukkað og sum er slitið, litfarið av tíðarinnar tonn. Orsakað av miðsavnaða bygnaðinum og serstaka ljósskiftinum, ið er átøkt ljósgeislum, sum lýsa úr miðjuni á myndunum og út um myndaflatan, geva bæði tann svarta og tann reyða myndin alt fyri eitt hugasamband við eitthvørt átrúnarligt, eitt nú gamlar Kristuslýsingar í t.d. prentmyndum Rembrandts, eins og tann kenda líkverjan í Torino kemur tær til hugs og her stingur tankin um myndlistarliga autentisitetin seg sanniliga upp aftur. Líkverjan er ferð eftir ferð mett at vera følsk og framleidd í 13.øld, men tað ger hana ikki minni áhugaverda. Tí, tá tú stendur eina løtu framman fyri myndunum, er tað sum um linjurnar, ið skerast mitt í myndini eru alt ov beinar og hárfínar í mun til upprunaliga fataða autentiska, guddómiliga, hondgjørda ella forna árinið. Er tað ikki brádliga sum um myndin í veruleikanum er sett saman av fýra A4 pappírsørkum, ið hava verið ígjøgnum eina illa virkandi fotokopimaskinu? Og hetta leiðir víðari til hugsanir um hví tað hondgjørda í grundini skuldi havt meira trúvirði enn tað maskingjørda? Á henda hátt spæla myndirnar á markinum millum sera ymiskar konnotatiónir, ið støðugt føra áskoðaran aftur og fram úr dýpinum, inn aftur á tað heilt grunna og útaftur..."

Við vón um, at tit øll koma til upplatingina í Norðurlandahúsinum 4.juni takki eg fyri høvið at greiða frá.

Sunday, April 11, 2010

Ikki skvatla...














Sunnudagsins framsýningartúrur byrjaði við framsýningini SVART OG REYTT, sum eg sjálv havi sett saman í Steinprenti og tí var tað við einum ferili av sorgblídni, eg sá ta fyrstu myndina, eina reyða sluppmynd hjá Tóroddi Poulsen, verða tikna niður sum fyrsta tekin um, at henda framsýningin nú er at enda komin.

Framsýningin hjá Kari, Anniku og Duritu fungerar væl í Smiðjuni í Lítluvík, sum er ein sera væl hóskandi framsýningarkarmur hjá fegnum amatørum. Sum øll munnu vita, kemur orðið amatør av latínska orðinum amare, sum merkir at elska og sostatt skuldi hetta heitið ikki verið tað ringasta at fingið; listaelskari. Kari málar náttúrumyndir við t.d. smálombum, meðan figurarnir hjá Duritu stundum hava ein heldur ófrættakendan dám. Annika er helst tann royndasta av damunum og hennara myndir sýna í støðum listarliga dýpd. Hennara myndir eru ofta skemtiligar, samansettar kollasjur av myndum og orðum.


Listaskálin er størri og glæsiligari enn Smiðjan, men ikki er hann hóskandi karmur kring amatørlist. Á Várframsýningini 2010 heldur ruddiliga og luftiga rákið frá seinastu árunum fram. Bert seytjan verk eru við á framsýningini og hóast summi teirra eru stór í vavi, sker hvíti tómleikin í eygu áskoðarans. Myndirnar hjá Silju Strøm eru góðar, introvertar og poetiskar. Hennara álvarsligu, stóroygdu menniskjadjór tykjast so einsamøll og avbyrgd í teirra hvíta kulda. Skitsutekningarnar hjá Bárði Oskarsson eru somuleiðis góðar og hansara verur tykjast einsamallar á sama hátt og tær hjá Silju. Hansara blýantsskitsur eru teknaðar á stórar pappírsrullur, sum liggja forslongdar á einum borðið. Hetta hevur helst við illa gjøgnumførda framsýningarevnið "open source" at gera, men tað er ørkymlandi fyri áskoðaran, sum ikki sær myndirnar ordiliga.


Stóri oljumálningurin hjá Eyðuni av Reyni stingur seg burtur úr heildini sum ein skuggakend viðmerking til føroysku listahevdina, sum tann heldur enn ikki hjálparleysa málningainstallatiónin hjá Kára Svensson helst eisini roynir at kommentera. Rannvá Mortensen hevur eina mynd við á framsýningini, ið tykist øðrvísi í mun til tað, hon plagar at gera. Hetta er ein stór, abstrakt, ekspressiv og pastos lýsing av nervaskipanini, sum minnir eitt sindur um Pollock, men sum tó ikki er merkt av mentala frælsinum og djørvu nýhugsanini, sum altíð fylgdi amerikanska flogvitinum.


Videoinstallatiónin hjá Inga Joensen er eins áhugaverd sum at stinga tunguna út gjøgnum vindeygað. Einfaldar videoinstallatiónir kunnu vera serstakliga góðar, men hetta pappírspettið, sum liggur og skvatlar í einum dunnuhyli hevur so lítið uppá seg listarliga sæð, at eg ivist í, um eg ikki havi sæð tað áður sum millumsending í sjónvarpinum. Tað sama er galdandi fyri verkið hjá Edvardi Fuglø "Færøknust", sum heilt einfalt ikki er borið av einum nóg góðum hugskotið, ið er neyðuga grundarlagið undir einum konseptlistaverki. Unn Joensen hevur verið ein mangan herligur jokari á fleiri framsýningum, við verkum, sum í hvussu so er ongantíð hava manglað kant. Hennara nýggja verk "All inclusive" er ein speisk viðmerking til sofalistina, men onkursvegna er tað sum um tú hevur sæð hetta verkið áður, kanska av tí, at tað tykist so ómetaliga sjálvsagt. Ole Wich hevur við eini samanseting millum digital foto og myndafragment gjørt eitt verk við heitinum "Panorama", sum kanska hevði riggað fínt á eini skúlaframsýning, ið møguliga eisini hevði verið lærurík, men sum als ikki hóskar í einum tjóðlistasavni. Hetta er sum heild galdandi fyri ársins várframsýning, ið neyvan hevur verið á so lágum støði áður og sum minnir um Ólavsøkuframsýningina fyrr í tíðini, bara uttan tey góðu verkini.

At mala undan


Tá tað snýr seg um list kunnu vit á ein hátt siga, at tað veruliga grør um gangandi fót í Føroyum. Ein herligan sunnudag sum í dag ætli eg mær til dømis til tríggjar listaframsýningar, sum allar eru her í Havn: SVART OG REYTT í Steinprenti, Várframsýningin í Listaskálanum og so framsýningin hjá Annikku og Kari og teimum í Smiðjuni.


At eg neyvan fari at ummæla nakra av hesum framsýningum kemst ikki av vantandi áhuga at ummæla, ei heldur er orsøkin tann, at føroysku miðlarnir hava ovmikið av listaummælum. Orsøkin er heldur ein vantandi raðfesting av listini í fjølmiðlunum, sum stendur í skerandi andsøgn til listarligu menningina sum heild og listaáhugan millum fólk, men sum sera væl avspeglar vantandi virðingina, sum almennu Føroyar sýna fyri dygdarlist og sum varð demonstrerað nú aftur, tá Astri Luihn fekk størstu almennu prýðingaruppgávuna í nýggjari tíð. Í ringum tíðum er enn meira umráðandi at satsa kvalitativt, at brúka tey fáu listaoyruni uppá ta góðu listina. Tess størri er sorgarleikurin (ikki minst fyri børnini) á Argjum. Eg skal lata vera við at illgita um orsøkir til, at verkætlan Luihns var vald fram um nógvar aðrar góðar verkætlanir, men kanska hevði støðan verið ein onnur, um onkur listkønur persónur sat í listabólki býráðsins. (Sigast skal, at eg ikki havi sæð verkætlan Luihns og tað bíði eg eftir í spenningi. Um hon hevur nakað listarligt uppá seg og eg hervið fari skeiv, er okkurt yvirnáttúrligt hent, sum má koma undir kategoriina listaundur).


Í ringum tíðum mugu vit øll standa saman og eg havi eitt tílíkt tíðarskeið einki í móti at fáa minni samsýning fyri eitt ummæli, um øll hini gera tað sama. Eg havi bara eina keðiliga kenslu av, at tað serliga er list og mentan, sum verður niðurraðfest, meðan ráðini tykjast betri, tá tað snýr seg um ítróttarsendingar-og lívsstíls-sussi-innlegg. Eg havi sum heild ein greiðan varhuga av, at vit eru nógv klókari enn fjølmiðlayvirskriftir gera okkum til. Spurningurin er um ikki tíðin er komin at skifta lægsta felagsnevnara út við hægsta?